Tá sangkappingin Pan-ArticVision í heyst aftur verður hildin, verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn.
Hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision, sum er ein Eurovision-líknandi sangkapping fyri londini kring Arktis.
Áður hevur Guðrið Hansdóttir staðið á palli í Norðurnoregi, Ester Skála hevur ferðast til Grønlands, og Dóttir hevur umboðað Føroyar í Kanada. Og nú leitar Norðurlandahúsið eftir føroyskum sangarum ella tónleikarum, sum fáa møguleikan at umboða Føroyar á Pan-ArcticVision finaluni, sum verður í Norðurlandahúsinum 2. oktober.
Freistin at lata inn tónleikaíkast er 20. mai.
Tónleikakappingin Pan-ArcticVision er fyri økini kring Arktis. Sangarar og tónleikara hava møguleika at umboða Føroyar.
Pan-ArcticVision verður stroymd beinleiðis úr Tórshavn til hyggjarar í øllum Arktis. Luttakararnir á Pan-ArcticVision umboða hesi øki/lond: Alaska (USA), Yukon (Kanada), Northwest Territories, NWT (Kanada), Nunavut (Kanada), Grønland, Føroyar, Sápmi (Sámaland), Norðurnoreg, Norðursvøríki.
Norski listabólkurin NORDTING / The Northern Assembly skipar fyri. Norðurlandahúsið er samstarvsfelagi í Føroyum.
Les meira um kappingina og melda til her: https://www.panarcticvision.org/opencall2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald