Innanlands

Pápar fylkjast í felag

Felagið Barnarættindi fer at arbeiða fyri rættindunum hjá barninum, nú familjurættarliga økið er yvirtikið

2019-08-29 07:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri mans, av teimum yvir 300, í bólkinum ”Øll børn hava rætt til pápa sín” hava í longri tíð møtst, har prátað hevur verið um tær ymsu støðurnar teir og børnini eru endaðir í.

Týsdagin, eftir ein sera góðan fund, valdu fundarluttakararnir at fara eitt stig longri, og stovnaðu felagið Barnarættindi.

Felagið kemur at arbeiða fyri rættinum hjá barninum, og tí valdi aðalfundurin, at navnið á hesum felagsskapi skuldi verða Barnarættindi. Sum navnið sigur, so dekkar tað bæði pápar, mammur og eisini tann gloymda bólkin, sum ongantíð sleppur til orðana, men sum ofta hevur ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum – nemliga ommur, abbar, mostar, fastrar, ja alla familjuna aftan fyri barnið.

Somuleiðis kemur Barnarættindi at arbeiða út frá, at mamman og pápin verða javnbjóðis og javnsett um barnið.

Barnarættindi ætlar at verða ein aktivur felagsskapur í tilgongdini á familjurættarliga økinum, nú málið er yvirtikið á føroyskar hendur, og ætlar sær at virka fyri, at øll børn fáa síni rættindi. Henda rætt sum longu er staðfestur av ST í barnarættinda-sáttmálanum, men sum ikki verður ”praktiseraður” í Føroyum.

Á aðalfundinum vóru Niels Kári Samuelsen, Mortan Olsen, Benny Brockie, Dávid Christansen, Marni Abrahamsen, Jógvan Páll Hansen og Ingi K. Midjord valdir í nevndina.

Nevndin skipaði seg við Jógvani Páll Hansen sum formanni, Benny Brockie sum næstformanni og Mortani Olsen, sum kassameistara.

Felagið kann finnast á Facebook við at brúka ”Barnarættindi” sum leitorð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder