Formaðurin fyri konservativa flokkin í Danmark, Søren Pape Poulsen – ein av biðlunum til at gerast forsætisráðharri eftir komandi fólkatingsval – skal nú skiljast frá manni sínum, Josue Medina Vasquez Poulsen.
Boðini koma eftir fleiri ivasom mál í miðlunum, sum snúgva seg um Josue Medina Vasquez Poulsen.
Í farnu viku mátti Pape bera fram umbering fyri, at maður hansara var komin fram við rongum upplýsingum, sum Pape sjálvur hevði borið víðari til almenningin.
- Summir dagar eru truplari enn aðrir. Ein slíkur dagur er í dag. Josue og eg flyta nú frá hvørjum øðrum, skrivar Søren Pape Poulsen á Facebook.
- Tað hevur verið skrivað nógv um mítt privatliv nú í eina tíð. Eg ynski ikki at siga meira um hetta, bert upplýsa, at vit báðir eru samdir um, at okkara hjúnarband er av, og ynskja hvørjum øðrum tað besta á víðari leiðini í lívinum, leggur hann afturat.
Tað er serliga Ekstrabladet, ið hevur gravað í summum viðurskiftum viðvíkjandi manninum, sum eru komin fram í almenninginum. Eitt nú vísir tað seg, at tað ikki er satt, sum Pape hevur upplýst, at maður hansara skal vera í ætt við fyrrverandi forsetan í Dominikanska Lýveldinum. Tað er heldur ikki satt, at maðurin er jødi, eins og Søren Pape Poulsen hevur upplýst á eini ráðstevnu fyri antisemitismu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald