- Halt uppat. Eru vit ikki komin longur?
Tað skrivar Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa flokkinum, um útsøgnina frá Jenisi av Rana í Andglettinum í morgun, á Twitter.
(Skíggjamynd: Twitter)
Formaðurin í Miðflokkinum segði í Andglettinum í KvF, at tað ikki kom upp á tal at peika á Søren Pape Poulsen sum forsætismálaráðharra aftaná valið. Orsøkin er, at hann er samkyndur.
Danskir miðlar skriva í dag um útsøgnina, og tað kemur eftir øllum at døma óvart á teir, at formaðurin í Miðflokkinum hevur hesa meiningina.
Ekstrablaðið seinnapartin á eb.dk (Skíggjamynd)
- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana.
- Eg vóni, at tað ikki verður aktuelt, segði hann í Andglettinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald