Stríðið um at gerast borgarliga valevnið til nýggjan forsætisráðharra eftir komandi fólkatingsval sær út til at hava ein greiðan vinnara.
Ein veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau vísir, at 35,2 prosent av donsku veljarunum vilja hava formannin hjá teim konservatiru, Søren Pape Poulsen, til forsætisráðharra.
Tað er tó nógv flestu veljarar, sum vilja hava núverandi forsætisrákvinnuna, Mette Frederiksen, til at halda fram, nevniliga 48,7 prosent.
Hinvegin eru tað bert 16,1 prosent, sum vilja hava formannin í Venstre, Jakob Ellemann-Jensen í forsætisráðharrasessin.
Kanningin varð gjørd í síðstu viku – altso undan kjakorðaskiftinum millum teir tríggjar biðlarnar til at gerast stjórnarleiðari, sum varð sent á DR sunnukvøldið.
Enn er fólkatingsval ikki útskrivað, men tað verður mett sum rættiliga vist, at Mette Frederiksen fer at skriva út val í seinasta lagið í sambandi við setanina av fólkatingsárinum fyrst í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald