Innanlands

Parasport Føroyar fekk Fólkaheilsuvirðislønina

– Parasport Føroyar skapar møguleikar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt og eggjar teimum at fáa góðar vanar. Hetta eru ung, sum ikki altíð natúrliga íðka, men við góðari ráðgeving, vegleiðing og motivatión er felagið virkið við góðum íðkarum

(Mynd: Fólkaheilsuráðið)

(Mynd: Fólkaheilsuráðið)

2021-12-04 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð Fólkaheilsuráðstevnan, "Hvussu hevur tú tað, barn?" hildin í Kongshøll í Havn, og í hesum sambandi varð ársins Fólkaheilsuvirðisløn eisini latin.

Í ár skuldi hon latast onkrum, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum, og seinnapartin í gjár var tað Parasport Føroyar, sum fingu handað Fólkaheilsuvirðislønina 2021 frá Bárður á Steig Nielsen, løgmanni.

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar, tók ímóti heiðrinum.

– Parasport Føroyar skapar møguleikar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt og eggjar teimum at fáa góðar vanar. Hetta eru ung, sum ikki altíð natúrliga íðka, men við góðari ráðgeving, vegleiðing og motivatión er felagið virkið við góðum íðkarum, var grundgevingin hjá Fólkaheilsuráðnum.

– Við hesi fólkaheilsuvirðisløn eru vit við til at varpa ljós á arbeiðið hjá Parasport Føroyar, soleiðis at enn fleiri gerast varug við, at ung, ið bera brek, eins og øll onnur, kunnu vera við. Øll eiga at fáa møguleikan at íðka og at hava eitt virkið lív við sunnari rørslu, sigur Fólkaheilsuráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder