Innanlands

Parkeringsplássið á Vaglinum stongt árið út

Frá mánadegnum 14. november, tá byrjað verður at seta jólabýin upp, verður stongt fyri allari parkering. Mánadagin verður Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið eisini stongd fyri ferðslu frá klokkan átta

2022-11-11 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við uppsetan av jólabýi, verður parkeringsplássið við ráðhúsið stongt fyri allari parkering restina av 2022 frá mánadegnum 14. november klokkan 8.

Mánadagin 14. november verður Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið somuleiðis stongd fyri allari ferðslu frá kl. 8 til 15.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder