Innanlands

Parkinsons – óttast fyri at ES slakar fyri krøvunum til týningarevni

Alsamt fleiri granskingarúrslit benda á eitt møguligt samband millum ávirkan frá týningarevnum og øktan vanda fyri Parkinsonssjúku.

2026-09-18 16:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlendsku Parkinsonsfeløgini bera ótta fyri, at týningarevni, sum verða brúkt í landbúnaðinum, eitt nú móti soppi og skordýrum, kunnu vera ein orsøk til at fólk fáa Parkinsonssjúkuna.

Parkinsonsfelagið í Føroyum hevur saman við systirfeløgunum í Svøríki, Noregi, Danmark og Finnlandi, sent eina áheitan til limirnar í ES-tinginum, um ikki at samtykkja eina ætlaða broyting í góðkenningini av týningarevnum.

Feløgini óttast fyri, at broytingarnar kunnu minka um verjuna av fólkaheilsuni í Evropa.

Stúranin er serliga viðkomandi í sambandi við Parkinsonssjúku, tí alsamt fleiri granskingarúrslit benda á eitt møguligt samband millum ávirkan frá týningarevnum og øktan vanda fyri Parkinsonssjúku.

Samstundis kunnu ganga nógv ár frá tí, at eitt fólk verður ávirkað av týningarevnum, til sjúkan vísir seg.

Meira um evnið á heimasíðuni hjá Parkinsonsfelagnum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder