Covid-19 heldur fram við at spreiða seg, og serliga er støðan ring í Suður Korea, Iran og Italia. Virusi er ein hóttan fyri heilsuna hjá mongum og eisini fyri heimsbúskapin.
Tá keypsskálin á Wall Street lat aftur í gjár, var greitt, at Dow Jones-indeksi ongantíð varð lækkað so nógv uppá ein dag. Tað er vísitalið - eitt partabrævaindeks - hjá stórum amerikansum ídnaðarfyritøkum. Tað er fallið við 12 prosentum síðani 12 februar. Hetta skrivar CNN.
Hetta vísir, at tað er ótti fyri, hvusus búskapurin fer at hátta seg komandi tíðina. Coronavirusi heldur fram at hava sína ávirkan, og serfrøðngar meta, at nógv ferð kann fara av búskapinum, og tað er eisini tí, at tað er stór afturgongd í tølunum.
Í roynd og veru minna tølini um tey, sum vóru at síggj fyri 12 árum síðani, tá heimurin varð raktur av einari fíggjarkreppu. CNN skrivar, at hetta er á veg til at gerast ringasta vikan viðvíkjandi partabrøvum á Wall Street síðani 2008. Tað verður eisini samanlíkna við støðuna í 1929 við "The Wall Street Crash", og eisini í Asia sæst stór afturgongd á marknaðinum.
Eins og partabrøvini halda fram við at falla, ger oljuprísurin eisini.
Uttanlands
Partabrøvini á Wall Street í fríum falli
Coronavirusi ávirkar heimsbúskapin - tølini byrja at minna um tey, ið vóru at síggja í stóru fíggjarkreppunum í 2008 og 1929
2020-02-28 10:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald