Innanlands

Partalagsavtala um bygging av svimjihøll

Gongd er nú sett á arbeiðið at byggja svimjihøll í Runavík, hóast ætlanin ikki er endaliga samtykt í býráðnum enn

(Modellmynd: runavik.fo)

(Modellmynd: runavik.fo)

2022-01-18 11:56 Author image
Ingi Samuelsen

Í gjár skrivaði Runavíkar kommuna undir partalagsavtalu við byggifelagið Kanjon um partalagsavtalu um ætlaðu svimjihøllina, sum skal byggjast upp í ítróttarmiðstøðina Bylgjan við Løkin í Runavík.

Avtalan er gjørd við tí fyrivarni, at býráðið tekur undir við ætlani, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Uppgávan fevnir um partalagssamstarv, har ið byggiharri og høvuðsarbeiðstakari binda seg til at samstarva, við góðum samskifti og opnum sinni, við tí endamáli at semjast um eitt verkætlanargrundarlag, ið kann gerast undirstøðan fyri einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu ber til at lesa drúgva frágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur skrivað um svimjihallarmálið.

[object Object]Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, skrivaðu í gjár undir partalagsavtalu (Mynd: runavik.fo)

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald