Uttanlands

Partar av Wuhan aftur stongdir vegna korona

Í Kina seta tey framvegis sera strong tiltøk í verk fyri at forða fyri spjaðing av smittuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-27 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý ár eftir at koronavirus byrjaði at gera umseg, hava 800.000 íbúgvar í kinesiska býnum Wuhan fingið boð um at avbyrgja seg fyri at forða fyri at smittan spjaðist.

Eisini fleiri aðrir kinsesiskir býir hava sent líknandi fráboðanir út, skrivar Reuters.

Í dag hava kinesiskir myndugleikar, triðja dagin á rað, boða frá yvir 1.000 nýggjum tilburðum av korona.

Tað er – eftir evropeiskum mátistokki – ikki nakað ógvusligt tal, sæð í mun til hvussu nógv fólk búgva í Kina. Men her ansa tey serstakliga væl eftir ikki at spjaða smittuna, og soleiðis hevur tað verið síðani fyrstu tilburðirnir av korona vórðu staðfestir í Wuhan í 2019.

Tí er nú partar av býnum stongdir aftur.

Í Wuhan hava tey funnið millum 20 og 25 nýggjar tilburðir av smittuni hesa seinastu vikuni. Tí hava 800.000 íbúgvar fingið boð um at halda seg innandura henda mánaðin út.

Eisini í fjórðstørsta býnum í Kina, Guangzhou, sum er høvuðsstaður í Guangdong landslutinum, hava myndugleikarnir í dag stongt fleiri partar av býnum og biðið borgarnar um at halda seg innandura. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder