2021-12-31 17:02

Nú órógvar korona eisini samferðsluna.
Seinastu dagarnar eru fleiri tilburðir av koronasmittu staðfestir hjá manningum umborð á Strandfaraskipum. Hetta hevur higartil ikki ávirkað siglingina, hóast partar av manningum nú eru farnar í sóttarhald.
Um smittutalið fer at vaksa kann tó roknast við, at hetta kemur at hava ávirkan á ferðaætlanina á einstøkum leiðum. Kunnað verður um hetta alt fyri eitt, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald