Innanlands

Partarnir eru farnir til samráðingar aftur

Umboð fyri Pedagogfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hittust seinnapartin. Vónin er at vera komin nærri semju í næstu viku

Sanna á Løgmansbø, nýggj forkvinna í Føroya Pedagogfelagi

Sanna á Løgmansbø, nýggj forkvinna í Føroya Pedagogfelagi

2024-04-10 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 13 fór annar samráðingarfundurin hjá Pedagogfelagnum við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum í gongd.

Ein fundur var eisini í seinastu viku, og ein annar er á skránni í næstu viku, skrivar Kringvarpið. 

Sanna á Løgmansbø sigur við KVF, at enn eru ov tíðliga at siga nakað um gongdina. Annað enn tað at tey eru jalig á báðum síðunum.

Nýggja forkvinna í Pedagogfelagnum vónar eisini, at tað í næstu viku verður greiðari, hvar man liggur. 

Tað hevur ligið á láni og verið útsett: Nýggjasti sáttmálin hjá Pedagogfelagnum gekk út 1. apríl í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder