Uttanlands

Partur av Highway 1 rapaður á sjógv

Skriðulop hevur stongt høvuðsvegin sunnan fyri Monterey í Kalifornia

2024-04-02 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umleið 65 kilometrar av vælkenda vegastrekkinum, Highway 1, í Kalifornia hava verið stongdir um páskirnar.

Nógv regn og stormur er orsøkin til, at eitt stórt skriðulop 27 kilometrar sunnan fyri býin Monterey. Lopið hevur tikið ein part av høvuðsvegnum, sum smýgur sær fram við kalofornisku strondini. Ein partur av vegnum rapaði á sjógv í sambandi við lopið.

1.600 fólk, bæði ferðafólk og lokal, sum vitjaðu økið Big Sur á páskum, hava verið strandað, og máttu flytast burtur á annan hátt, skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú Washington Post.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder