Innanlands

Partur av Tinghúsvegnum stongdur til 5. januar 2027

Hetta kemst av, at arbeiðið at umvæla løgtingsbygningin dregur út.

Talan er um strekkið frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu, har nógv enn skal gerast

Talan er um strekkið frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu, har nógv enn skal gerast

2026-11-19 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðið at umvæla løgtingsbygningin dregur út, og tí verður partur av Tinghúsvegnum framhaldandi stongdur fram til 5. januar 2027.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari

Talan er um strekkið frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu.

[object Object]

Frá leygardegnum 21. november er tó aftur loyvt at parkera í Sverrisgøtu millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu, upplýsir torshavn.fo.

Koyrandi er frá vegamótinum Sverrisgøtu/Tórsgøtu niðan Sverrisgøtu til Tinghúsvegin og víðari til Bøkjarabrekku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder