Mentan

Páskastevna í Hoyvík

Drúgva møtirøðin í Oasuni byrjar við møti skíriskvøld klokkan 18

2026-04-01 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Páskastevna verður í Oasuni í Hoyvík 2. apríl til 6. apríl. Byrjað verður skíriskvøld við møti klokkan 18. Kvøldmøti verða eisini langafríggjakvøld og páskakvøld klokkan 18. Á hesum møtum talar Sergey Lysak úr Ukraina.

Barnamøti verða um kvøldið í rúmligum og góðum hølum í niðastu hædd – byrjað verður beint áðrenn talan byrjar.

Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar klokkan 10:30.

Syngið-við verður skíriskvøld klokkan 21.30.

Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld og leygarkvøld, bæði kvøldini klokkan 21. Harumframt verður hugnalig café aftaná ungdómsmøtini. Áhugatími fyri ung verður leygardagin klokkan 12 og 13.30.

Lovsongsløta verður páskakvøld klokkan 21.30.

Aðrir talarar verða m.a. Poli Jacobsen, Hallgerð Akurstein, Pauli Høj og Ragnhard Petersen. Sangbólkar og lovsangsbólkar verða ymsastaðni frá í landinum.

Nærri kunning sæst á facebook og á oasan.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder