Innanlands

Páskastevnan í Oasuni byrjar klokkan 19 í kvøld

Danin Jens Peder Pedersen talar í kvøld, skírisdag, umframt á øðrum møtum. Kvøldmøtir, morgunmøtir, ungdómsmøtir og sangkvøld eru á skránni í Kirkjustræti um páskini

Nógv møtir á skránni í Hoyvík frá í kvøld og til og við 2. páskadag

Nógv møtir á skránni í Hoyvík frá í kvøld og til og við 2. páskadag

2024-03-28 12:34 Author image
Innsent
placeholder

- Vit gleðast um at hátíðarhalda páskir aftur í ár. Páskirnar bera boð um sannan kærleika og ta fullkomnu vónina vit eiga í Jesusi. Sjálvt um vit verða mint á líðing og deyða, sum er ein týðandi partur í frelsuboðskapinum, so er tað lívgevandi, tá glaði boðskapurin hoyrist um uppreisn, lív, vón og ríka framtíð saman við Jesusi. Boðskapurin um Jesu deyða og uppreisn ber av øllum.

Á hesum grundstøði eru vit fegin at bjóða til enn eina páskastevnu, har sami góði boðskapur verður borin gjøgnum lovsang, talu, tónleik og framførslur av ymiskum slag.

Eisini verður høvi at hava góðan felagsskap aftaná møtini í hugnaligum umhvørvi, við drekkamunni og onkrum góðum afturvið - har vit eisini kunnu læra onnur fólk at kenna. Páskastevnan verður viðkomandi fyri allar aldursbólkar.

Páskastevnan byrjar í kvøld, skírishóskvøld við møti klokkan 19. Kvøldmøti verða aftur langafríggjakvøld og páskakvøld - eisini klokkan 19. Á hesum møtum talar Jens Peder Pedersen úr Danmark.

Barnamøti verður í samband við øll kvøldmøtini, beint áðrenn talan byrjar.

Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar klokkan 10.30. Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld klokkan 21:30 og leygarkvøld kl. 20:00. Harumframt verða cafékvøld aftaná ungdómsmøtini.

Eisini verður sangkvøld páskakvøld kl. 21:30 har møguleiki verður at syngja við í Kirkjustræti í Hoyvík.

Fríkirkjan Oasan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder