Innanlands

Páskastevnan í Skálafirði byrjar í kvøld

Í samráð við myndugleikarnar verður møguleiki at hava 300 fólk til staðar - møtini komandi dagarnar verða eisini stroymd. Carl-Gustaf Severin úr Svøríki verður høvuðstalari

Á skránni verða familjumøtir, kvøldmøtir, ungdómsmøtir og syngið við tiltak (Mynd: Keldan)

Á skránni verða familjumøtir, kvøldmøtir, ungdómsmøtir og syngið við tiltak (Mynd: Keldan)

2021-04-01 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og vanligt, skipar Keldan fyri páskastevnu. Í fjør var tað tó ikki møguligt at gera sum vanligt orsakað av koronustøðunum, og tí varð alt á alnótini.

Hesi páskini verða møtini eisini stroymd, men hesaferð verða eisini fólk í salinum. Í tíðindaskrivi boðar Keldan frá, at rúm verður fyri 300 fólkum, og at hetta er samskipað saman við mynduleikunum á økinum. 

- Á skránni verður okkurt til allar aldursbólkar. Tað verða bæði familjumøtir, kvøldmøtir, ungdómsmøtir og syngið við tiltak

Á ár verður Carl-Gustaf Severin úr Svøríki ein av talarunum. Sviin hevur verið fleiri ferðir í Føroyum áður. Umframt Carl-Gustaf koma Pauli Høj og Bjørgfinnur Heinesen eisini at tala.

Byrjað verður í kvøld, skírishóskvøld, og hildið verður fram til páskadag, 4. apríl.


[object Object]
Carl-Gustaf Severin (Mynd: Keldan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder