Mentan

Patience: Eivør við nýggjum sjónbandalagi

Lagið er tað fyrsta, sum verður avdúkað av komandi útgávu hennara, sum verður givin út í september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-24 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin gav føroyska sangkvinnan Eivør Pálsdóttir út nýtt staklag.

Lagið eitur "Patience" og er fyrsta lagið av komandi útgávu hennara, SEGL, sum verður avdúkað.

– Nú heimurin í seinastuni hevur verið ígjøgnum eina dapra tíð, kendist tað rætt at deila hetta lagið sum tað fyrsta av komandi útgávu mínari, hóast hetta ongantíð var ætlanin, skrivar Eivør á Facebook í sambandi við útgávuni.

Til nýggja staklagið hoyrir eisini eitt sjónband, sum kann síggjast omanfyri.

Eftir ætlan kemur SEGL út 18. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder