Innanlands

Paul Watson handtikin í Grønlandi

Sambært hansara egna umhvørvisfelagsskapi, er hann handtikin fyri at órógva grindadráp í Føroyum í fjørsummar

Paul Watson verður her førdur inn í ein løgreglubil (Mynd: Sea Shepherd France)

Paul Watson verður her førdur inn í ein løgreglubil (Mynd: Sea Shepherd France)

2024-07-21 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paul Watson er í dag handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Hesum boðar umhvørvisfelagsskapurin hjá Paul Watson frá á Facebook. Og ein mynd er eisini viðheft, har Paul Watson sæst vera førdur í ein politibil.

Hann skal vera handtikin fyri at hava roynt at órógva grindadráp í føroyskum sjóøki í fjørsummar.

Paul Watson og hansara fólk eru á veg til Kyrrahavið við skipinum John Paul de Joria, og ætlanin er at forða japanskari hvalaveiðu, og serliga nýggja hvalaveiðuskipinum hjá Japan, Kangei Maru.

Siglt verður gjøgnum truplu útnyrðingsleiðina, og á vegnum hevur verið steðgað í Nuuk fyri at bunkra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder