Innanlands

Paul Watson kemur ikki aftur fyribils

John Paul de Joria fer á skipasmiðju í Hull, og kemur ikki aftur hendan vegin fyribils. Steðgurin í Føroyum var stuttur

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

2023-07-24 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

14 dagar. Tað var alt, sum Paul Watson fekk í føroyskum sjóøki á hesum sinni. Hann kemur nevniliga ikki aftur við John Paul de Joria.

Fyri tað mesta hildu hann og hansara fólk seg uttan fyri 12 fjórðingamarkið, sum teimum var álagt, men í trimum førum brutu tey forboðið.

Í samanumtøku um stutta føroyatúrin greiðir Paul Watson frá, at John Paul de Joria nú fer til Hull í Englandi, har skipið skal á skipasmiðju. Um nakrar mánaðir fer ein herferð í gongd móti trolarum í Biskeiavíkini millum Frankland og Spania.

[object Object]John Paul de Joria (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Hósdagin í síðstu viku varð skiparin á John Paul de Joria dømdur sekur í Føroyar rætti fyri at sigla inn um 12 fjórðingarmarkið. Rætturin hevur avgjørt, at tað skal kosta 75.000 krónur í bót fyri hvør ferð, brotið verður framt. Sostatt kann skiparin, Daniel Binyon, rokna við at fáa eina bót á tilsamans 225.000 krónur. Málið kann kærast til eystara landsrætt.

Les eisini: Ivasamt hvør er skipari á John Paul de Joria

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder