Tað verður ikki við skipinum John Paul De Joria, at felagsskapurin hjá Paul Watson, kemur at órógva føroyskt grindadráp.
Felagsskapurin boðar nú frá, at John Paul de Joria fer at seta kós móti Kyrraharvinum, og sjóneykan er á nýggja hvalaveiðuskipinum hjá Japan, Kanei Maru.
Ætlanin var sum skilst annars at fara til Íslands at forða hvalaveiði, men har verður eingin hvalaveiða fyribils. Skipið kemur heldur ikki til Føroya, tí ótti er fyri at missa flaggið, um tey koma í føroyskt sjóøki.
John Paul De Joria hevur seinastu vikurnar ligið í íska høvuðsstaðnum Dublin, har skipið hevur verið gjørt klárt. Enn er óvist nær farið verður móti Kyrraharvinum, men greitt er at siglast skal gjøgnum truplu útnyrðingsleiðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald