Innanlands

Paul Watson varðhaldsfongslaður í hálva fjórðu viku

14 ára gomul handtøkuboð gjørdu, at Paul Watson fyrrapartin í gjár varð handtikin í Nuuk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-22 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umstríddi Paul Watson varð í gjáramorgunin handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, tá hann við skipi sínum og 25 sjálvbodnum umborð kom at bunkra.

Hann er kendur sum grindaaktivistur í Føroyum, men hevur eisini roynt at forða fyri japanskari hvalaveiðu. Japan hevur sent handtøkuboð út um Paul Watson, og tí varð hann handtikin tá hann kom í havn í Nuuk fyrrapartin í gjár.

[object Object](Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Verji hansara vátta fyri Ritzau tíðindastovuni at 73 ára gamli Paul Watson er varðhaldsfongslaður til 15. august.

Tað var í 2010, at Japan sendi handtøkuboð út um Paul Watson. Hetta var eftir eina hending í Antarktis, har Watson órógvaði japanska hvalaveiðu.

Løgmálaráðið skal taka støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.

Paul Watson var við skipi hansara John Paul de Joria á veg í Kyrrahavið at forða japanskari hvalaveiðu. Ætlanin var at sigla útnyrðingsleiðina í Kyrrahavið, og tí varð steðgað í Nuuk at bunkra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder