Í kvøld, 10. desember, verður forvitnislig bókaframløga í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Paulina Eliasen, handarbeiðslærari av Syðradali í Kalsoynni, at leggja fram og greiða frá bókini "Kirkjuklæði", sum kemur út ídag.
- Eg kann gott siga, at bókin er mítt lívsverk. Eg var 22 ára gomul og gekk á handarbeiðsskúla í Danmark, tá áhugin fyri kirkjuklæðum bleiv kveiktur. Og tá eg var liðug við útbúgvingina, fór eg undir skrásetingararbeiðið, ið hevur givið mær gott innlit í henda mentanararv, sum vit eiga í kirkjum okkara. Eg havi fylgt við øll árini, so henda bók skuldi givið eitt dagført yvirlit yvir øll kirkjuklæðini, sum eru til skjals í føroysku kirkjunum, sigur Paulina.
Undir kirkjuklæði koma altardúkar, messuaklar, teppir og alt annað úr tekstil, sum er í kirkjunum. Hesi pløgg eru bæði broderað, seymað, heklað, vovin og so framvegis.
- Kirkjuklæði eru fjølbroytt og eru gjørd úr ymiskum tilfari og við ymiskum arbeiðshættum, og tí helt eg, at hetta var eitt vælegnað evni sum høvuðsuppgáva í einari handarbeiðsútbúgving, sigur Paulina Eliasen, ið varð liðug sum handarbeiðslærari í 1982, tá hon fór undir hetta drúgva skrásetingararbeiðið og nú er komið á mál.
Bókin er eitt snotiligt og væl úr hondum greitt verk, sum við teksti og nógvum myndum lýsir vakra handverkið, og sum er eitt satt prýði í okkara kirkjum og ein týðandi siðsøguligur arvur. Nógvir av hesum klædnalutum hava eina serliga søgu. Bókin er 405 blaðsíður. Útgevari er Føroyskt kirkjumál.
Í sambandi við framløguna hevur Paulina eisini eina framsýning við teimum átta altardúkunum, sum hon lýsir í næstu bók. Ætlanin var at báðar bøkurnar skuldu koma samstundis, men hin bleiv ikki klár og tí kemur hon um stutta tíð.
Bókin "Kirkjuklæði" kemur út í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald