Uttanlands

Pávin bað um frið í Ukraina og Miðeystri

Í páskaprædiku sínari kom Frans pávi m.a við áheitan um at hjálpa ukrainska fólkinum og um at troysta øll, sum høvdu mist síni kæru orsakað av krígnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-04-10 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Hjálp elskaða ukrainska fólkinum á teirra friðarferð og lat ljósið frá páskunum breiða seg yvir russiska fólkið.

Soleiðis segði Frans pávi millum annað í páskaprædiku sínari fyri uml. 100.000 fólkum undir gudstænastu á Pætursplássinum í gjár.

Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, hevur Frans pávi í minsta lagi tvær ferðir um vikuna tosað um Ukraina og ukrainska fólkið. Pávin hevur m.a. sagt, at ukrainska fólkið líðir sum martýrar, og um gerðirnar hjá Russlandi hevur hann brúkt orð sum aggressión og yvirgang, skrivar Ritzau.

Í prædiku sínari bað hann til Gud um at "troysta øll, sum hava mist síni kæru orsakað av krígnum", og eisini bað hann fyri, at krígsfangar fóru at koma trygt heim.

Pávin kom eisini við einari áheitan um frið í Miðeystri, eins og hann ger á hvørjum ári á páskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder