Frans pávi hevur undir vitjan síni í Kanada givið eina umbering fyri tann ágang, sum katólska kirkjan hevur framt móti innføddum kanadiarum.
Pávin bað um fyrigeving fyri tær valdsgerðir, sum í nógv áratíggju vórðu framdar móti upprunafólkinum á fleiri kostskúlum, sum vórðu riknir av katólsku kirkjuni.
- Skammfult og ótvískiljandi biði eg eyðmjúkliga um fyrigeving fyri tann óndskap, sum nógv kristin framdu móti tí upprunaliga fólkinum, segði pávin, tá hann í gjár hitti umboð fyri teir ymsu bólkarnar av upprunafólkunum í Kanada.
85 ára gamli pávin er á eini vikulangari vitjan í Kanada fyri at halda lyfti sítt um at bera fram umbering, sum hann gav umboðum fyri upprunafólkini, ið vitjaðu pávan í Vatikaninum í fjør, skrivar dr.dk.
Millum 1881 og 1996 vórðu yvir 150.000 børn hjá upprunafólkunum tikin frá familjum teirra og flutt á kostskúlar. Fleiri av børnunum svøltaðu, vórðu bukað og misbrúkt kynsliga í eini skipan, sum kanadiska nevndin fyri sannleika og sáttargerð hevur kallað fyri eitt “mentanarligt fólkamorð”.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald