Uttanlands

Pávin biðið um umbering – útsett ferð til Afrika

Orsøkin er, at 85 ára gamli Frans pávi, sum eftir ætlan skuldi vitja Demokratiska Lýðveldið Kongo og Suðursudan fyrst í juli mánað, hevur trupulleikar við knænum og noyðist at sita í rullistóli

Pávin noyðist at sita í rullistóli í meira enn ein mánað (Mynd: EPA)

Pávin noyðist at sita í rullistóli í meira enn ein mánað (Mynd: EPA)

2022-06-12 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð boðað frá, at Frans pávi mátti útseta eina ætlaða ferð til Afrika fyrst í juli mánað.

Orsøkin er, at 85 ára gamli pávin hevur trupulleikar við knænum og noyðist at sita í rullistóli í meira enn ein mánað.

Í dag hevur Frans pávi biðið Demokratiska Lýðveldið Kongo og Suðursudan, sum hann eftir ætlan skuldi vitja, um umbering.

– Tað harmar meg sera nógv, at eg noyddist at útseta hesa ferðina, sum eg framvegis ætli mær at fara á, segði hann í røðu í dag.

– Eg biðji tykkum um at fyrigeva mær hetta. Latum okkum biðja saman um, at eg við hjálp frá gudi og viðgerð kann koma til tykkara skjótast gjørligt. Vit eru vónrík, segði hann.

Sambært Reuters verður hildið, at talan er um eitt slitið liðband. Men pávin stríðist eisini við iskias. Pávin fær viðgerð, men hann vil ikki undir skurð.

Í røðu sínari ávaraði pávin eisini fólk ímóti at venja seg við kríggið í Ukraina. Vit skulu ikki loyva tíðini at doyva okkara pínu og stúran um tey í Ukraina, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder