Týsdagin 13. oktober var Leo pávi undir skurð, har niðasti partur av høgra lungu varð tikin.
Undir skurðviðgerðini varð staðfest tað, sum læknarnir høvdu illgruna um frammanundan - at pávin hevði krabbamein.
Skurðviðgerðin gekk væl, og seinastu vikuna hevur Leo pávi verið innlagdur á sjúkrahúsi í Rom fyri at koma fyri seg.
Í dag er hann aftur í Vatikaninum. Pávin var á Pætursplássinum - Piazza San Pietro - til eitt sonevnt generalaudiens.
Nógv spent fólk heilsaðu uppá, tóku myndir og Leo pávi signaði eisini nøkur børn.
Mynd: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix
Pávin hevur sagt við altjóða miðlar, at hann spakuliga vendir aftur sínar uppgávur eftir skurðviðgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald