– Eg eri sinnaður at gera alt, sum má gerast, segði Frans pávi á vitjan í Ungarn í gjár.
Pávin upplýsti, at hann hevði umrøtt støðuna í Ukraina við Viktor Orban, forsætisráðharra í Ungarn, og eitt fólk frá russisk-ortodoksu kirkjuni í Budapest.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør, er pávin komin við einari áheitan um frið nærum hvørja viku, og hevur hann ferð eftir ferð sagt, at hann er til reiðar at vera semingsmaður. Vatikanið arbeiðir við onkrum, men tað verður ikki almannakunngjørt enn, sigur pávin.
Hósdagin hitti pávin eisini Denys Sjmyhal, forsætisráðharra í Ukraina, sum vitjaði í Vatikaninum, og sambært Sjmyhal hava hann og pávin umrøtt eina "friðarorðing", sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur skotið upp. Í hesum sambandi varð pávin eisini boðin til Ukraina.
Sambært Reuters hevur 86 ára gamli pávin áður sagt, at hann ynskir at vitja í bæði Kyiv og Moskva og virka fyri friði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald