Uttanlands

Pávin: Fáið enda á ræðuliga og meiningsleysa krígnum í Ukraina

Fyri fyrstu ferð síðan 2019 vóru fólk í fleiri tíggjutúsundatali savnað á Pætursplássinum til pásksprædiku pávans

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-17 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frans pávi heitti í dag á heimsins leiðarar um at hoyra fólksins bøn um frið í Ukraina. Hann fanst óbeinleiðis harðliga at Russlandi, fyri at hava ført landið inn í eitt “ræðuligt og meiningsleyst” stríð.

- Ukraina er hart rakt av harðskapi og oyðileggingum í hesum stríði, sum landið er kroyst út í, segði pávin í sjónvarpaða páskaboðskapi sínum til tey yvir 50.000 fólkini, ið vóru savnað á Pætursplássinum.

Í siðbundnu prædikuni "Urbi et Orbi" (til býin og heimin), ið verður hildin tvær ferðir um árið – jóladag og páskadag – kallaði 85 ára gamli pávin hesa hátíðina fyri “krígsins páskir”, skrivar Ritzau.

Hetta vóru fyrstu páskir síðan 2019, at atgongd var fyri almenningin eftir at korona-bannið móti stórum fólkamongdum er slept.

[object Object]

Vanliga er tað heimsins ósemjur, sum pávin umrøður í páskaprædikuni. Í ár sammetti hann skelkin hjá Evropa hesaferð við tann skelkin, sum apostlarnir fingu, tá teir sóðu tann uppreisna Jesus.

- Okkara eygu eru eisini fylt við vantrúgv hesi krígsins páskir. Vit síggja alt ov nógv blóð, alt ov nógvan harðskap. Okkara hjørtu eru eisini fylt við ótta og angist, tí so nógv av okkara brøðrum og systrum hava verið noydd at fjala seg fyri at koma í trygd fyri bumbunum, segði Frans pávi.

Pávin hevur fyrr tikið frástøðu frá orðavalinum hjá Vladimir Putin, forseta, tá hesin hevur tosað um eina “serliga hernaðarliga uppgávu”.

- Latið okkum fáa eina avgerð um frið. Gævi hetta spælið við musklunum meðan fólkið líður neyð, verður støðgað, segði hann.

- Vit mugu ikki venja okkum við kríggj, segði Frans pávi og hugdi út yvir Pætursplássið, sum var pyntað við blómum í túsundatalið, latnar úr Niðurlondum.

Pávin mælti eisini til at finna semju í stríðnum millum ísraelar og palestinar og í Libanon, Sýria, Irak, Libya, Myanmar og DDR Kongo.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder