Fólk í Italia eiga ikki at fegnast ov tíðliga, hóast talið á nýggjum smittutilburðum er í minking. Fólk eiga framvegis at vera varin og at fylgja reglunum hjá myndugleikunum um sosiala frástøðu og brúk av masku í almenna rúminum, segði Frans pávi í dag, tá hann talaði til fólkið frammanfyri Pætuskirkjuni í Rom.
Tey fólk, sum vórðu møtt upp, var eitt tekin um, at Italia er við at koma fyri seg aftur, segði hann.
– Men verið varin, fegnist ikki um sigurin ov tíðliga.
Í Italia eru 234.000 smittutilburðir staðfestir, og næstan 34.000 eru deyð orsakað av smittuni.
Talið á nýggjum andlátum er eisini í minking. Fyri fleiri mánaðum síðani, lá dagliga talið um tey 1.000, men leygardagin var talið niðri á 72. Italia er eisini við at lata upp aftur, og mikudagin var aftur møguligt hjá italienarum at ferðast millum ymsu landspartarnar aftur.
Sambært Reuters eru summi, serliga tey ungu, ið ikki fylgja reglunum um frástøðu og brúk av maskum, og í staðin gera gjøldur burturúr teimum, hóast myndugleikarnir í Italia hava ávarað um eina nýggja bylgju.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald