2021-07-12 15:37
Frans pávi skal framhaldandi vera á sjúkrahúsi í Rom eftir at hann fyri viku síðani varð lagdur í skurð vegna trupulleikar í langanum.
Tað upplýsir Vatikanið sambært Reuters.
Upprunaliga skuldi pávin vera innlagdur í eina viku, men nú verður innleggingin longd.
Hetta verður gjørt fyri at fáa endurvenjingina upp á pláss og heilivágin tillagaðan hjá 84 ára gamla pávanum, skrivar Ritzau.
Hetta er fyrstu ferð síðan pávin varð tilnevndur til ovasta fyri katólsku kirkjuna, at hann hevur verið innlagdur á sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald