Uttanlands

Pávin innlagdur á sjúkrahús

Hevur havt trupulleikar við andingarleiðini

Ein standmynd av Johannes Páll, páva, sum doyði í 2005, 84 ára gamal, stendur uttan fyri Gemelli sjúkrahúsið í Rom, har núverandi pávin nú er innlagdur (Mynd: EPA)

Ein standmynd av Johannes Páll, páva, sum doyði í 2005, 84 ára gamal, stendur uttan fyri Gemelli sjúkrahúsið í Rom, har núverandi pávin nú er innlagdur (Mynd: EPA)

2023-03-30 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

86 ára gamli Frans pávi varð í gjár innlagdur á sjúkrahús við trupulleikum við andingarleiðini, upplýsir Vatikanið. Pávin verður liggjandi á sjúkrahúsinum í nakrar dagar, verður upplýst.

- Seinastu dagarnar hevur pávin gramt seg um, at hann hevur havt trupulleikar við at anda, sigur talsmaðurin Matteo Bruni við AFP tíðindastovuna.

Frans pávi var fluttur á Gemellis sjúkrahúsið í Rom har ein ígerð í lungunum varð staðfest. Men staðfest varð, at talan ikki er um covid-19, staðfestir Bruni.

Herfyri vóru liðin tíggju ár síðan argentinin Jorge Mario Bergoglio varð útnevndur pávi við pávanavninum Frans ella Franciskus.

Pávin manglar ein part av øðrum lunganum, eftir at hann sum 21 ára gamal varð raktur av lungnasjúku og mátti leggjast undir skurð.

Pávin hevur nýliga eisini havt trupulleikar við knænum, og hevur sitið í koyristóli.

Í juli 2021 varð hann skurviðgjørdur í langanum á sama sjúkrahúsi, har hann nú liggur.

Frans pávi hevur fyrr sagt, at hann ætlar sær at gera eins og undangongumaður hansara, Bænadikt pávi, um sjúka ella aldur ávirkar hansara virki sum pávi.

Bænadikt gjørdist í 2013 fyrsti pávi í nýggjari tíð, ið segði trónuna frá sær. Hann doyði fyri trimum mánaðum síðani, nýggjársaftan, 95 ára gamal.

Men Frans hevur eisini sagt, at tað ikki má gerast ein vani, at pávar leggja frá sær meðan teir enn eru á lívi.

Nú vóna katolikkar kring allan heim, at pávin skal koma fyri seg aftur. Sunnudagin byrjar páskahalgan, har pávin hevur ein týðandi leiklut at fylla fyri fólkamongdirnar, sum vitja Rom og Vatikanið á páskum. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder