Tað eru nærum tvær vikur síðan, at Russland tók seg úr kornavtaluni við Ukraina, sum tryggjaði útflutning av korni umvegis Svartahavið, og Frans pávi heitir nú á russar um at endurnýggja avtaluna.
– Eg heiti á brøður mínar, myndugleikarnir í Russlandi, um at kornavtalan verður endurnýggjað, og at kornið verður flutt á tryggan hátt.
Kornavtalan varð gjørd í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi, og síðan tá er hon longd tríggjar ferðir, men tá hon 17. juli stóð til at fara úr gildi enn einaferð, varð boðað frá, at hon varð ikki longd. Grundgevingin hjá Russlandi var m.a., at avtalan ikki tekur atlit til tørvin hjá Russlandi.
Síðan Russland lat avtaluna fara úr gildi, eru altjóða prísirnir á hveiti farnir upp, og hevur Russland eisini framt álop á ukrainskar havnir og oyðilagt korngoysmlur.
Frans Pávi sigur, sambært tíðindastovunum Reuters og CNA, at fólk mugu halda á at biðja fyri Ukraina, "har kríggj oyðileggur alt, sjalvt korn".
Sambært pávanum er talan um eina háðan móti Guði, tí "korn er ein gáva, sum skal breyðføða mannaættina".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald