2019-02-21 20:45
Katólskir biskupar eru í dag savnaðir til toppfund í Vatikaninum. Høvuðsevnið á toppfundinum er kynslig misnýtsla í katólsku kirkjuni.
Stutt eftir at fundurin var settur kravdi Frans pávi, at okkurt stundisliga verður gjørt við trupulleikan við kynsligari misnýtslu í kirkjuni, skrivar altjóða tíðindastovan AP.
Katólska kirkjan hevur í fleiri ár verið undir sera hørðum atfinningum orsaka av at ungir dreingir, og nýliga eisini nunnur, hava verið fyri kynsligari misnýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald