2022-03-20 17:00
Frans pávi tók í dag frástøðu frá krígnum í Ukraina, og heitti hann úr Pæturskirkjuni í Rom á tey, sum hava ábyrgdina, um at steðga tað.
– Tað er eitt meiningsleyst hópdráp har ræðuleikar verða endurtiknir hvønn einasta dag, segði hann.
Sambært DR tosaði pávin herfyri við patriarkin í russisk-ortodoksu kirkjuni í Moskva, sum forsvaraði kríggið í Ukraina. Til hetta skal pávin hava sagt, at kríggj ongantíð kann rættvísgerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald