Leiðarar í Myanmar eiga at gera tað, sum er best fyri øll og finna eina demokratiska semju. Tað sigur Frans pávi, sum sýnir samhuga við fólkinum í Myanmar, har hann sjálvur vitjaði í 2017.
Støðan í landinum í løtuni er ørkymlandi, sigur pávin.
Sambært tíðindastovuni Reuters savnaðust túsundatals fólk á gøtunum í Myanmar í dag at mótmæla hernaðarkvettið 1. februar.
Fólkini krevja, at demokratiskt valdi leiðarin, Aung San Suu Kyi verður leyslatin. Hon var ein av mongum, sum varð handtikin av herinum tíðliga mánamorgunin.
Talan er um størstu mótmælini í Myanmar síðan uppreisturin í 2007.
– Eg biðji fyri, at tey, ið hava ábyrgdina av landinum sýna veruligan vilja til at tæna øllum pørtum, at virka fyri sosialum rættvísi og tjóðskaparligum støðufesti, sigur Frans pávi, sum fylgir støðuni neyvt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald