Fólk í túsundatali savnaðust í gøtunum í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, í gjár í sambandi við at Leo XIV pávi vitjaði býin í sínum serliga pávabili.
Pávin ferðaðist gjøgnum býin eftir eini leið, ið var prýdd við hvítum og gulum nellikum – litunum hjá vatikanflagginum.
Ein stór fjøld av fólki royndi at fáa eyga á pávan. Fólk veittraðu við fløggum og róptu “leingi livi pávin”, tá Leo XIV fór koyrandi eftir høvuðsgøtuni móti Cibeles torginum, har hann helt eina uttandura messu.
Messan varð hildin á øðrum degi á sjey daga vitjanini í Spania. Nøkur fólk høvdu ligið nátt í gøtuni til tess at tryggja sær eitt gott pláss.
Undir messuni tosaði pávin um endurnýggjan av katólsku trúnni í Spania. Hann segði eisini, at átrúnaður ikki eigur at vera sæddur sum eitt “fortíðarsavn at vitja, men heldur sum ein trúarskúli, sum kann geva íblástur enn í dag”.
Pávin heitti á fjøldina um at liva út frá teirra katólsku trúgv við at hjálpa øðrum.
Sambært fyrireikarunum vóru meira enn 1,2 milliónir fólk savnað á torginum og teimum nærmastu gøtunum.
Eisini Felipe kongur VI og Letizia drotning fingu møguleika at heilsa upp á pávan.
Pávin rósti Spania, hvørs vinstravenda stjórn hevur verið í stríði við heimland hansara, USA, í málum, eitt nú um Ísrael og stríðið í Miðeystri. Hann rósti eisini Spania fyri sín virkna leiklut “fyri friði og solidariteti millum fólkasløg”.
Leo pávi byrjaði vitjan sína leygardagin, tá hann hitti tilflytarar og heimleys. Umleið ein hálv millión fólk, flest ung, savnaðust um kvøldið uttan fyri Brenabéu, leikvøllinum hjá Real Madrid til eina bønarvøku, ið vardi langt út á náttina.
Spaniaferðin endar fríggjadagin, og pávin skal eisini vitja Barcelona og Kanariuoyggjar har hann skal hitta tilflytarar, ið hava sett lívið í váða við at ferðast tvørtur um hav úr Vesturafrika. Fleiri túsund fólk doyggja á hesum ferðum, ið ofta verða gjørdar í illa útgjørdum bátum, skrivar finska kringvarpið, Yle, við AFP og Reuters sum keldum.
-
Pávin í samrøðu við Pedro Sanchez, forsætisráðharra (Mynd: Fernando Calvo/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Leo pávi avdúkar eina skurðmynd í katólska høvuðssætinum í Madrid til minnis um pávavitjanina (Mynd: Simone Risoluti/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Oscar Del Pozo/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald