Uttanlands

Pávin stúrin um álop á jødar

Í opnum brævi til Ísrael fordømir Frans pávi álopini á jødar, sum eru vorðin alsamt fleiri síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-04 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggj ættarlið skulu læra at halda seg frá ansisemitismu, ávarar Frans pávi um í opnum brævi til Ísrael.

Álop á jødar kring heimin eru vorðin alsamant fleiri síðan 7. oktober, tá kríggið í Gaza byrjaði, og katolikkar eru stúrnir um hesa gongdina, skrivar pávin í brævinum.

Brævið er skrivað til "jødisku brøður og systrar mínar í Ísrael".

87 ára gamli Frans pávi hevur áður fordømt álopið, sum Hamas framdi á Ísrael 7. oktober, og eisini hevur hann sagt fleiri ferðir, at neyðugt er við einari tvístatsloysn fyri at fáa ein enda á stríðnum millum ísraelar og palestinar.

– Eg biðji fyri, at ynskið um frið fer at vinna fram, skrivar pávin sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder