Tað er harmiligt at síggja, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er farin úr gildi, sigur Frans pávi, sum vónar, at partarnir finna eina semju um nýggja vápnahvíld skjótast gjørligt.
Vápnahvíldin byrjaði fríggjadagin 24. november og vardi til fríggjamorgunin 1. desember. Í hesum tíðarskeiðnum vórðu 105 gíslar leyslatnir úr Gaza, og 240 palestinskir fangar vórðu leyslatnir úr ísraelskum fongslum.
Sambært palestinskum myndugleikum eru fleiri enn 15.400 palestinar dripnir, síðan stríðið millum Ísrael og Hamas byrjaði 7. oktober, tá 1.200 ísraelar vórðu dripnir, og fleiri enn 240 fólk vórðu tikin sum gíslar.
Les eisini: Eingin verður leyslatin áðrenn kríggið er liðugt
– Tað er harmiligt, at vápnahvíldin er brotin. Hetta merkir deyði, oyðilegging og ólukka" sigur Frans pávi í fráboðan sambært Reuters.
Pávin vísir á, at hóast nógvir gíslar eru leyslatnir, eru framvegis gíslar eftir í Gaza, har neyðin eisini er stór, og vónar hann, at partarnir kunnu semjast um eina nýggja vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald