Uttanlands

Pávin umhugsar at vitja Kyiv

Bæði borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum og ukrainski forsetin hava bjóðað 85 ára gamla Frans páva til Kyiv

Pávin vitjar á Malta í vikuskiftinum (Mynd: EPA)

Pávin vitjar á Malta í vikuskiftinum (Mynd: EPA)

2022-04-03 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frans pávi umhugsar nú at fara til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv eftir at ukrainski forsetin Volodimir Zelenskyj og Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv hava bjóðað honum.

Tað segði 85 ára gamli pávin í gjár ávegis til vitjan á Malta, tá hann varð spurdur, um tað kundi koma uppá tal at fara til Kyiv.

Tað var 8. mars, at hann fekk eitt bræv frá borgarstjóranum í Kyiv um at vitja høvuðsstaðin í krígsrakta Ukraina, og í talu til italska tjóðartingið 23. mars bjóðaði ukrainski forsetin eisini pávan at koma á vitjan.

Yvir 4,1 millión fólk eru rýmd úr Ukraina, síðan kríggið byrjaði 24. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder