Í dag, stutt undan veðurlagstoppfundinum hjá ST, COP26, kom Frans pávi við einari áheitan til heimsleiðarar um at finna eina loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.
– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, sigur pávin.
Hetta skal geva komandi ættarliðum vón, sigur hann við BBC Radio.
84 ára gamli pávin sigur, at øll kunnu spæla ein leiklut í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Hann luttekur ikki sjálvur á toppfundinum, men ein sendinevnd úr Vatikaninum luttekur.
Pávin skal í dag hitta fleiri leiðarar í sambandi við einum G20-toppfundi í italska høvuðsstaðnum Rom. G20 er ein bólkur av 19 teimum mest týðandi ídnaðarlondunum umframt ES. Pávin skal m.a. hitta amerikanska forsetanum, Joe Biden, og suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald