Marknaðarkreftir og patentlógir skulu ikki forða okkum í at tryggja øllum atgongd til koppingarevni móti covid-19. Tað segði Frans pávi, tá hann helt sína jólarøðu í dag.
Undir hesari farsóttini er tað enn meira umráðandi, at heimurin stendur saman, segði hann.
Í røðu sínari fanst hann eisini at sonevndari "vaksinu-nationalismu", sum sambært ST kann gera støðuna verri, um tey fátøku londini verða tey síðstu at fáa koppingarevnið.
– Eg vil bøna øllum, statsleiðarum, fyritøkum og altjóða felagsskapum um at virka fyri samstarvi heldur enn kapping, fyri at finna eina loysn til øll – koppingarevni til øll – serliga tey veiku og neyðstøddu allastaðni á knøttinum, segði pávin.
Hann legði dent á, at tey veiku og neyðstøddu eiga at sleppa fyrst framat.
Í ár stóð pávin ikki og talaði frá svalanum í Pæturskirkjuni frammanfyri tíggjutúsundatals fólkum. Í ár varð røðan í staðin tikin upp inni í Vatikaninum og varpað út. Bert fá starvsfólk í maskum vóru til staðar í rúminum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald