Paw Patrol eitur nú Labbaliðið.
Nú tosa hvølparnir í Paw Patrol føroyskt, og teir hava fingið føroysk nøvn. Nú eita teir Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur, og drongurin Reidar er liðskipari.
Mikudagin 4. september kunnu vit gleða okkum at síggju fyrstu partarnar av Labbaliðnum. Fyrsti partur verður í Snipp Snapp mikukvøldið klokkan 18.30, og fyrstu fýra partarnir verða lagdir á Vit-appina.
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reidar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.
Vit hava bíðað spent eftir væl kendu hvølpunum, sum eru at síggja allastaðni – á ballónum á ólavsøku, á klæðum og leikum annars. Tað hevur verið sera spennandi og stuttligt at arbeiða við Labbaliðnum – ein avbjóðandi uppgáva, men sum Reidar plagar at siga: Eingin uppgáva ov stór, eingin hvølpur ov lítil.
Tað hevur stóran týdning, at væl kendar røðir sum Paw Patrol eru á føroyskum, og tí fegnast vit um, at Labbaliðið nú verður á Vit-appini saman við øllum hinum góða føroyska tilfarinum.
Marið Persson hevur týtt Labbaliðið til føroyskt. Elin á Rógvi hevur leikstjórnað. Alvin Ellebye hevur tikið upp og sett saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald