Innanlands

Paz fær seks av seks frá Berlingske

Serliga siðbundni føroyski maturin hjá Poul Andrias Ziska átti munin á upplivingini hesaferð, heldur matummælarin Søren Frank

2026-08-03 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Søren Frank, á danska blaðnum Berlingske Tidende, er ein av mest royndu mat- og vínummælarum í Danmark.

Hann hevur í summar verið (enn) ein túr í Føroyum fyri at royna tær bestu matstovurnar her, og sigast má, at PAZ í Dr. Jakobsensgøtu, matstovan hjá Poul Andrias Ziska, skorar absoluttan toppkarakter.

Sambært ummælinum hjá Søren Frank, ið stóð at lesa í blaðnum um vikuskiftið, eru tær báðar stjørnurnar, sum Paz beinanvegin fekk frá Michelin guide’ini, fult uppibornar.

Greinin í Berlingske sæst her (krevur hald): Den “stinkende måge” er hele rejsen til Færøerne værd

Á Paz fekk danski ummælarin 17 serveringar til ein kostnað á 3.400 krónur umframt vín afturvið fyri 2.400 krónur afturat.

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Søren Frank hevur ummælt matin hjá Poul Andrias Ziska, tí hann fyrr hevur givið Koks framúr góð ummæli í Berlingske, fyrst tá matstovan lá Frammi við Gjónna og seinni tá hon varð flutt til Ilimanaq í Grønlandi.

Hóast Søren Frank hevur fingið tann besta hummaran hvørja ferð hann hevur vitjað í Føroyar, so fer hann nú so langt sum at siga, at hummarin, ið Poul Andrias borðreiddi fyri honum hesaferð var tann ultimativi jomfrúhummarin. So verður tað ikki betri.

Men tað vóru serliga tær røstu serveringarnar, ræstur fiskur við garnatálg, havhestur og skerpikjøt, ið gjørdu vart við seg hesaferð.

“Fyri meg er onki nýtt í, at fiskur og serliga skeljadjór ikki fáast betri nakra aðra staðni í heiminum enn í Føroyum, og at Poul Andrias Ziska er ein meistari at hagreiða og pallseta hetta. Tað, sum rakti meg djypri hesaferð, vóru útgávurnar hjá Ziska av teimum siðbundnu rættunum – ræsti fiskurin, havhesturin og lambsrættirnir – ið eru teir, sum í mínum eygum ger Paz alla ferðina (til Føroya, -red.) verda”.

Soleiðis tekur Søren Frank samanum, og gevur matstovuni seks av seks møguligum stjørnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder