Nú Løgtingið hevur gjørt seg inn á verkfalsrættin frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur Føroya Pedagogfelag boða Fíggjarmálaráðnum frá, at sáttmálasettu limir Føroya Pedagogfelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 07 til fríggjadagin 3. november kl. 17.
Verkfallið er galdandi fyri allar limir sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum:
Heimaráðgevingin
Verkstaðurin Stíggjur
Verkstaðurin á Brekku
Verkstaðurin Vón
Verkstaðurin Virkni
Verkstaðurin á Bakka
Dagtihaldið Heildin
Dagtilhaldið á Glyvrum
Dagtilhaldið Skotarók
Frítíðartilboðið í Vági
Dagtilhaldið Liljuteigur
Dagtilhaldið í Mýrusóljuni
Dagtilhaldið Fragdið
Dagtilhaldið Bólið
Dagtilboðið í Virknis og umlættingardeplinum
Frítíðarklubburin í Eysturoy, Klaksvík og á Frúutrøð
Frítíðartoymið á Høgabóli
Jolly Klubb
Klubb Trivni
Smíliklubbin
Verkshúsið Mylnugøta
Frítíðartilboðið Gerðagøta Klaksvík
Frítíðartoymið á Tingúsvegnum
Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi
Eisini skal nevndin í Føroya Pedagogfelag boða frá, at noktað verður limum felagsins at upptaka arbeiði, sum annars skuldi verið gjørt av øðrum fakbólkum, har yrkisfelagið hevur boða frá arbeiðssteðgi.
Nevndin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald