2020-11-06 17:15

Nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfall í næstan tríggjar vikur, fer eitt annað fakfelag í samhugaverkfall.
Tað verður mánamorgunin klokkan 8, at sáttmálasettu limirnir í Føroya Pedagogfelag, fara í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum.
Limirnir fara í verkfall frá 9. november klokkan 8 til klokkan 20.
Verkfallið er galdandi fyri allar limir felagsins, sum starvast sum námsfrøðingar knýttir at serstovum í fólkaskúlanum, námsfrøðiligir stuðlar og hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald