Innanlands

Pedagogar leggja arbeiðið niður hósdagin

Lýsir 24 tíma verkfall fyri allar vøggustovur

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2021-05-31 17:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag lýsir í dag við arbeiðssteðgi á øllum vøggustovum hósdagin. Hetta tí at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið í hava havnað teirra uppskoti til semju.

- Vit mugu við hesum staðfesta, at tey nokta at taka avbjóðingina við starvsfólkamangli í álvara, skrivar pedagogfelagið í fráboðan í dag.

Og hildið verður áfram:

“Arbeiðsgevararnir vísa sostatt ongan vilja at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, ið eisini Búskaparráðið hevur ávarað um.

Starvsfólkamangulin er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. Í eini roynd at finna semju, fluttu vit okkum langt, tá ið vit, við støði í semingsuppskotinum gjørdu eitt nýtt uppskot til sáttmála mikudagin í farnu viku.

Tað harmar okkum, at arbeiðsgevararnir í staðin fyri at taka uppskotið í álvara, hava drálað alt vikuskiftið, áðrenn tey treytaleyst vístu tí burtur.

Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit, hvat bilar og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki, og fyri at tey, sum longu hava valt hetta starvsøki, verða verandi. Tað er hetta, sum okkara upplegg til sáttmála byggir á.

Vit harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki vilja samstarva við okkum, um at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiði, og fara tí undir tiltøk, við vón um, at arbeiðsgevararnir koma aftur til samráðingarborðið.

Vit lýsa tí 24 tíma verkfall fyri allar vøggustovur frá hósmorgni 3. juni kl. 7 til fríggjamorgunin 4. juni kl. 7.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder