Føroyar Pedagogfelag hevur hevur í dag gjørt semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan trý ára sáttmála.
Sáttmálin hjá pedagogunum gekk út 1. apríl í fjør.
Pedagogfelagið vísir í dagføring á Facebook á, at hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at felagið ger sáttmálasemju uttan at semingsstovnurin verður drigin við í samráðingarnar. Hetta boðar frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, skrivar felagið
So at siga øll nevndin í Føroya Pedagogfelag varð skift út á aðalfundinum fyrst í mars mánaði, og tá fekk felagið eisini nýtt forfólk.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna, segði við útvarpið hjá KvF fyrr í dag, at tey í samráðingunum hava lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr karminum, sum hesaferð er søguliga høgur.
Annars eru staklutirnir í nýggju sáttmálasemjuni enn ikki almannakunngjørdir.
Pedagogfelagið hevur kallað álitisfólk felagsins inn til fundar fyrrapartin í morgin.
Føroyar Pedagogfelag hevur hevur í dag gjørt semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan trý ára sáttmála.
Sáttmálin hjá pedagogunum gekk út 1. apríl í fjør.
Pedagogfelagið vísir í dagføring á Facebook á, at hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at felagið ger sáttmálasemju uttan at semingsstovnurin verður drigin við í samráðingarnar. Hetta boðar frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, skrivar felagið
So at siga øll nevndin í Føroya Pedagogfelag varð skift út á aðalfundinum fyrst í mars mánaði, og tá fekk felagið eisini nýtt forfólk.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna, segði við útvarpið hjá KvF fyrr í dag, at tey í samráðingunum hava lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr karminum, sum hesaferð er søguliga høgur.
Pedagogfelagið hevur kallað álitisfólk felagsins inn til fundar fyrrapartin í morgin
Fyri løtu síðani kom tíðindaskriv frá arbeiðsgevarasíðuni, har greitt verður nærri frá semjuni:
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september 2023. Síðani hava fleiri fundir verið, áðrenn stígur kom í samráðingarnar í februar 2024, meðan Føroya Pedagogfelag fyrireikaði seg til aðalfund.
Síðani nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir.
Samráðingarnar bóru má mál í dag mánadagin 29. apríl 2024.
Sáttmálaskeið og lønarhækkan:
Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 til 31. mars 2026. Lønarhækkanin samsvarar við hækkanina, ið onnur feløg hava fingið:
- Tann 1. apríl 2023 hækkar lønin 3,8%
Tann 1. januar 2024 verður galdandi lønartalva dagførd við lønarlyftinum til ávikavist námsførðingar, atstøðingar og hjálparfólk.
- Tann 1. apríl 2024 hækkar lønin 4,2%
- Tann 1. apríl 2025 hækkar lønin 4,45%
Partarnir eru samdir um dagføringar og tillagingar um m.a.
Broyting í eftirlønini:
- Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í 13% tann 1. januar í 2025
- Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar
Broyting í skalagongdum:
Broytingar eru avtalaðar í skalagongdini hjá ávikavist námsfrøðiligum ráðgevum og hjálparfólkum við pedagogiskari ábyrgd, galdandi frá 1. juli 2024.
Førleikaviðbøtur:
Hjálparfólk fáa nýggja áseting um førleikaviðbót fyri serstakar førleikar í sáttmálan.
Aðrar broytingar:
Tillagingar eru gjørdar í ásetingum um m.a. starvsaldur, starvslýsingar, barnsferð v.m.
Partarnir hava gjørt avtalu um í sáttmálaskeiðinum at gera ymiskt felagsarbeiðið m.a. at gera eina nýggja og meira einfalda lønartalvu.
(dagført kl. 16.55)
Per Margin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Ruth Vang, landsstýriskvinna við mentamálum. Aftanfyri standa hinir nevndarlimirnir í pedagogfelagnum (Mynd: Føroya Pedagogfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald