Innanlands

Pedagogar til samráðingarborðið

Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober í fjør

2021-05-03 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin, týsdagin 4. mai møtast nevndin í Føroya Pedagogfelag, samráðingarumboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðagevarafelagið aftur við samráðingarborðið.

- Blekkið er valla tornað í frágreiðingini frá nú fráfarna Búðskaparráðnum, har álvarin er lýstur um tørvin á fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum komandi árini, og, at arbeiðsumstøðurnar á økinum mugu gerast betur fyri at lokka fleiri fólk til.

Føroya Pedagogfelag lat sáttmálakrøv inn í september 2020.

- Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru okkara krøv merkt av tí. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, skrivar pedagogfelagið í tíðindaskrivi, og leggur afturat:

- Tíðirnar eru nú meira bjartskygdar, og vænta og krevja vit, at arbeiðsgevararnir hava alt hetta í huga, tá partarnir møtast við samráðingarborðið.

Hóast ávíst samband hevur verið millum partarnar seinastu tíðina, so hevur eingin fundur verið millum partarnar síðani november í fjør. Sáttmálan fór úr gildi 1. otobet 2020. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder